Skip to content
Home » Dómaraskeið í styrki- og vektlyfting

Dómaraskeið í styrki- og vektlyfting

Uttan dómarar, koma vit ikki serliga langt í okkara menning. Vit hava havt gang av teimun dómarinum ið blivu útbúgvin í 2021. Men sum sambandi og feløgini hava ment seg, so hava vit tørv á fleiri dómarum. Tí verða tað tvey dómaraskeiðir, eitt í styrkilyfting tann 29. mart, og eitt í Olympiskari vektlyfting tann 18. apríl.

Vit vilja heita á øll, sum hava áhugað at verða dómarir, at melda seg til annað av skeiðinum ella bæði! Saman standa vit sterkast!

Dómarir fáa eina samsýning til allar kappingar sum teir døma.

Tilmeldingin ferð fram her.

Um tit hava spurningar ella annað, kunnu tit venda tykkum til Niels Áka Mørk (+298 223336 / nielsaki@fss.fo).