Skip to content
Home » Broyting í skránni til FM 2024 í vektlyfting

Broyting í skránni til FM 2024 í vektlyfting

Vegna vána floglíkindi er høvðusdómarin hjá okkum, ið annars skuldi lenda í morgun, endaður í Íslandi. Dómarin kemur ikki til Føroyar fyri enn kl 14:50, tá ið kappingin hjá monnunum helst er byrjað ella um tað lagi.

Hesin dómarin kann ikki bara skiftast út, tí hann er ein A-dómari, ið ger kappingina góðkenda, soleiðis at vit kunnu brúka úrslit frá FM sum kvalifikatiónskrav til DM, ið verður um smáar tríggjar vikur og til EM-masters, ið er í juni: við tilmelding seinast 1. apríl.

Tí hava fyriskipararnir, saman við Frank Petersen, landsliðvenjara, gjørt av, at ein triði bólkur av lyftarum verður. Hesin bólkurin verður einans mannaður við fýra lyftarum – ið skulu royna eftir DM- og EM-masterskvalifikatión.

Kappingin verður annars hildin sum ætlað, tvs kappingin hjá kvinnunum (bólkur 1) byrjar kl 13. Menninir í bólki 2 byrja umleið 14:30/15:00. Og 3. bólkur byrjar so kl 16:00/16:30. Innviging er enn sum áður kl 11-12 fyri allar lyftarar.

Niðanfyri sæst broytti lyftaralistin: