Skip to content
Home » Ársaðalfundur Styrkifelag Føroya 29. februar

Ársaðalfundur Styrkifelag Føroya 29. februar


Góðu tit nevndarlimir, tiltakslimir, limir og onnur áhugaði.

Eg skal hervið kalla inn til okkara fyrsta ársaðalfund.


Fundurin verður leygardagin tann 29. februar kl 16 í ÍSF húsinum.

Skráin er niðanfyri og sambært viðtøkum felagsins.

Eingin innkomin mál eru.


Á ársaðalfundinum er fundarskráin hendan:

* Val av fundarstjóra.

* Frágreiðing nevndarinnar fyri farna árið.

* Framløga av roknskapi og fíggjarstøðu til góðkenningar.

* Val av nevndarlimum og tiltakslimum.

* Val av grannskoðara.

* Innkomin mál.

* Ymiskt.


Vinarliga

Heini Hátún

Formaður SFF