Skip to content
Home » Aðalfundur 30. mai 2026

Aðalfundur 30. mai 2026

Góðu tit

Vit í Føroya Styrkisambandi bjóða til aðalfund, leygardagin 30. mai kl 18:00. Fundurin verður í fundarhølinum hjá Føroya Sjósavn, Rættargøta 8, Argir.

Skrá 

Skráin er sambært viðtøkum felagsins á https://fss.fo/vidtokur

  • Val av fundarstjóra
  • Frágreiðing nevndarinnar fyri farna árið
  • Framløga av roknskapi og fíggjarstøðu til góðkenningar
  • Val av nevndarlimum og tiltakslimum
    • Heini Hátun og Sonni Eliassen standa fyri valið
      • Sonni Eliassen stillar ikki uppaftur
      • Heini Hátun stillar uppaftur
  • Val av grannskoðara
  • Innkomin mál
  • Ymiskt
    • Lyftiloyvið skipanin
    • Føroya Styrkisamband eru upptikin sum sersamband í ÍSF

Vinarliga

Niels Áki Mørk – Dagligur samskipari