Góðu tit
Vit í Føroya Styrkisambandi bjóða til aðalfund, týsdagin 12. februar kl 18:00. Fundurin verður í fundarhølinum hjá Føroya Sjósavn, Rættargøta 8, Argir. Møguleiki er eisini at luttaka umvegis netbornan fund á Google Meet, um ein ikki hevur møguleikan at møta upp.
Skrá
Skráin er sambært viðtøkum felagsins á https://fss.fo/vidtokur
- Val av fundarstjóra
- Frágreiðing nevndarinnar fyri farna árið
- Framløga av roknskapi og fíggjarstøðu til góðkenningar
- Val av nevndarlimum og tiltakslimum
- Jákup Súni Berg, Niels Áki Mørk og Niels Juel Arge standa fyri valið
- Val av grannskoðara
- Innkomin mál
- Ymiskt
Vinarliga
Niels Áki Mørk – Dagligur samskipari