Skip to content
Home » Søguligt gull og føroyskt met á NMJ

Søguligt gull og føroyskt met á NMJ

Føroyar skrivaðu í september 2025 seg inn í søguna hjá styrki-íðrotti, tá ið Sofus B. Jakobsen vann gullheiðursmerki í einkult greinini bonkpress, tá tað var kappast (NMJ) í Íslandi. Hetta er fyrstu ferð nakar føroyingur vinnur gull til NMJ í styrkilyfting. Eisini setti Rókur Troest Rasmussen, debutantur, føroyskt met í Sub-Junior bólkinum.

Sofus B. Jakobsen norðurlendskur meistari

Sofus luttók í junior menn -83 kg bólkinum. Hann fekk 127,5 kg góðkent í aðru royndm og tryggjaði sær gullheiðursmerkið. Hann gjørdist sostatt fyrsti føroyingur nakrantíð at vinna gull á NMJ í styrkilyfting. Hetta var samstundis síðsta árið hjá Sofusi í juniorbólkinum, og hann setti punktum við einum søguligum avriki, sum fer at standa eftir í føroysku styrkisøguni.

Rókur Troest Rasmussen – føroyskt met í Sub-Junior

Rókur luttók fyri fyrstu ferð á NMJ, har hann kappaðist í Sub-Junior, U18 menn -83 kg bólkinum. Úrslitini hjá honum vóru:

– Beinbend (squat): 145 kg
– Bonkpress (bench press): 125 kg – føroyskt met í Sub-Junior -83 kg
– Rættstøðulyft (deadlift): 195 kg

Rókur fekk tilsamans 6 lyft góðkent av 9. Samlaða úrslitið gav honum eitt 7. pláss. Kappingin var merkt av bæði nervøsiteti og manglandi royndum, men hóast tað gjørdi hann eitt sera gott arbeiði og vísti, at evnini eru til at byggja víðari á. Metið í bonkpress er eitt prógv um, at hann longu hevur sett síni spor í føroyska styrkilyfting.

Ein stór løta fyri føroyskan styrki-ítrótti

Við gullinum hjá Sofusi og føroyska metinum hjá Róki, hevur føroyskur styrki-íðrottur tikið enn eitt stig fram á altjóða pallinum. Føroya Styrkisamband fegnast almikið um úrslitini og ynskir báðum íðkarunum hjartaliga tillukku við avrikinum.

Hetta er ikki bert eitt persónligt hæddarpunkt fyri hvønn av teimum, men eisini eitt prógv um, at føroyskur styrki-íðrottur hevur framtíðina fyri sær við komandi ætt av lyftarum.

Úrslit hjá føroyskum íðkarum sæst her.
Úrslit av allari kappingini sæst her: Bonkpress og trýkamp.