Úrslitsskipanin, sum verður nýtt innan føroyska styrkis- og vektlyfting, er nú dagførd við fleiri týðandi nýggjum møguleikum. Dagføringarnar gera skipanina bæði meira fjølbroytta og gagnliga fyri íðkarar, venjarar og øll áhugað. Skipanin er at finna á urslit.fss.fo.
Olympisk vektlyfting – nýggir vektflokkar
Frá 1. juni 2025 tók altjóða reglugerðin við nýggjum vektflokkum gildi. Hetta hevur eisini ávirkað føroyska kappingarvirksemið. Við nýggju dagføringini ber nú til at síggja og fylgja við teimum nýggju metunum, sum verða skrásett innan hesar flokkar.
Samtíðis eru gomlu metini varðveitt í skipanini. Tey verða ikki strikað, men fara at standa í allar ævir sum eitt søguligt minni um menningina av olympiskari vektlyfting í Føroyum. Soleiðis verður tryggjað, at fortíðin verður varðveitt, samstundis sum framtíðin verður bygd á nýggjar karmar.
Styrkilyfting – greiðari sundurbýti av greinunum
Síðani Styrkisambandi varð stovnað í 2019, hevur tað verið møguligt hjá íðkarum at seta met bæði í 3-dysti (beinbend, bonkpress og rættstøðulyft samanlagt) og í 1-dysti (einstak lyft).
Tó hevur úrslitsskipanin ikki fyrr megnað at sundurbýtt greinarnar greiðar frá hvørjum øðrum. Hetta er nú broytt við nýggju dagføringini. Skipanin skilur nú sjálvstøðugt millum 3-dyst og 1-dyst, og tað ger tað munandi lættari hjá øllum áhugaðum at fáa yvirlit.
Eitt stig fram í menningini
Við hesum dagføringum er eitt stórt stig tikið fram í menningini av úrslitsskipanini. Skipanin er nú væl betri skikkað at røkja bæði søguliga varðveitslu og dagsaktuellan kappingarstøðu. Hetta gevur eitt týðandi amboð fyri bæði íðkarar og fyriskiparar – og ger tað samstundis lættari hjá almenninginum at fylgja við í framgongdini hjá føroyskum styrkis- og vektlyftingi.
Úrslitini og øll met eru at finna á urslit.fss.fo.